Í vikuskiftinum 6. og 7. september skipar Føroya Ellisakfør fyri MC-boogie, sum hesaferð verður í Suðuroy. MC-Buggie hesaferð verður í Suðuroy, og tað er Føroya Ellisakfør sum skipar fyri tiltakinum. Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugað.
Formaðurin í Føroya Ellisakførum, Eirikur Ólason Simonsen, sigur, at endamálið við MC-Boogie tiltakinum er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugað til eitt felags tiltak.
Eirikur vónar at so nógv koma við sum gjørligt, og bjóðar hann øllum motorsúkklukoyrarum og áhugaðum vælkomnum. Tey sum ikki hætta sær á motorsúkklu eru vælkomin at koma við bili.