Eins og undanfarin ár verður skipað fyri MC-Boogie leygardagin 22. august. Tað er áhugafelagið - Føroya Ellisakfør - sum skipar fyri tiltakinum.
Møtt verður við felagshølið hjá Føroya Ellisakførum Yviri við Strond í Havn klokkan 12.30. Koyrt verður stundisliga klokkan 13 norður til Klaksvíkar í samband við, at sjómannadagur er.
Steðgað verður við Streymin, har uppsamling av møguligum MC-koyrarum verður.
Síðan verður koyrt gjøgnum bygdirnar, Norðskála og Svínáir og norður til Eiðis, har koyrt verður gjøgnum bygdina. Síðan verður farið norður um Eiðisskarð um viðrar. Viðrar ikki, verður í staðin koyrt gjøgnum Norðskálatunnilin og hiðani út á Nes og runt Agnið.
- Túrurin endar við Fast-handilin hjá Effo í Klaksvík, og tiltakið er fyri øll áhugaði, sigur Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føroya Ellisakførum.