MC-Boogie leygardagin

Leygardagin 5. september skipar Føroya Ellisakfør fyri MC-Boogie. Farið verður kl. 13 frá felagshølunum yviri við Strond í Havn.

Leiðin gongur fyrst til Tjørnuvíkar og so til Oyndarfjarðar, har ein kaffisteðgur verður við Rinkusteinarnar. Eisini ber til at keypa sær kaffi og pannukøkur á staðnum.


Síðan verður koyrt til Gjáar, har veitsla verður um kvøldið í Roykstovuni á Gjáargarði.


Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugað. Formaðurin í Føroya Ellisakførum, Eirikur Ólason Simonsen, sigur, at endamálið við MC-Boogie tiltakinum er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugað til eitt felags tiltak. Hann vónar at so nógv sum møguligt kunnu koma við.


Tey, sum ætla at gista við Gjógv ella vera við til veitsludøgurðan, kunnu tekna seg á tel. 423171/ 211590 ella á teldupostadressuni: info@gjaargardur.fo