MC Boogie

Leygardagin 3. mai var tann árligi felagstúrurin MC Boogie, ið er fyri øll motorsúkkluáhugaði í Føroyum. Tað var Føroya MC, ið skipaði fyri hesum túrinum.

Leygarmorgunin møttu yvir hundrað motorsúkklur á Shellstøðini við Ringvegin í Havn. Síðan varð koyrt ein túr runt í Havn, áðrenn leiðin gekk norður eftir. Steðgað varð við Shellstøðina við Streymin, og eftir ein steðg gekk leiðin norður til Eiðis um Eiðisskarð og til Funningsfjørð, og suður aftur gjøgnum Sundalagið.

Koyrt varð síðan gjøgnum Vágatunnilin til Sørvágs. Við Vága kunningarstovu í Miðvági varð ein steðgur, har motorsúkklukoyrarnir fingu kaffi og skipað varð fyri ymiskum kappingum.

Um kvøldið varð veitsla í felagshúsinum á Velbastaðvegnum í Havn.

Mynd: Brynjálvur Petersen