Harley Owners Group Føroyar skipar fyri sonevndum MC-Boggie í morgin.
Tiltakið byrjar kl. 11 í Jónas Broncksgøtu 31, har sum Harley-klubbin heldur til. Í hesum sambandi verður Jónas Broncksgøta stongd frá kl. 10.30 -12.00 á strekkinum uttan fyri Harley klubban.
Felagskoyringin verður noðureftir gjøgnum Kollafjørð við einum steðgi við Magn-støðina við Streym. Síðan verður koyrt um Eiðisskarð og so til Mentanarhúsið í Fuglafirði.
MC-Boggie er fyri øll motorsúkkluáhugað, verður sagt í tíðindaskrivi frá Harley Owners Group Føroyum.










