Tíðindaskriv
Leygarkvøldið 22. september verður skipað fyri MC & country dansitiltaki í Vestmanna. Countrydansurin í Vestmanna er altíð sera væleydnaður, og er við til at seta Vestmanna á Føroyakortið, sum country høvuðsstaður okkara. Í ár verður tiltakið skipað, sum eitt MC- og country tiltak.
200 motorsúkklur til Vestmanna
Í samráð við øll MC-feløgini kring landið hava fyrireikarnir sett sær fyri at fáa 200 motorsúkklur at leggja leiðina til Vestmanna. Ætlanin er, at fáa allar motorsúkklur at møta við Grón á Hálsi í Havn og síðan verður koyrt til Fjørukrønna í Vestmanna, har kaffi og smákøkur verða bjóðaðar.
Um viðrar er síðan ætlanin at hava eina hugnaliga grillløtu við MC-búffum og harmonikutónleiki uttanfyri ítróttarhøllina.
Jim Reeves á pall
Um kvøldið verður skipað fyri country konsert. Konsertin er frá klokkan 20.00 til 22.00, tá fara kendir tónleikarar á páll at spæla løg alt frá Jim Reeves til Alan Jackson og heimagjørd løg – tónleikarnir eru Theodor Petersen sang, Petur Jacobsen kassaguitar og sang, SElin Madsen sang, Gunnar Justinussen kassaguitar, Ólavur Øster elguitar, Jákup Zachariassen steelguitar og elguitar, Eyðun Johannesen bass
Brandur Jacobsen trummur, Johannes Ólavsson klaver og sang
Countrydansur í Høllini
Countrydansurin byrjar klokkan 23.30 í høllini. Til dansin spælir nýggi og sera vælumtókti countrybólkurin HJ – countryband við Halli Joensen á odda, saman við Ólavi Øster á el-guitar, Jógvani Olsen á keyboard, Jónleifi Jensen á trummum, Jákupi Zachariasen á el-guitar og steelguitar, umframt Paula Magussen á bassi. 18 ára aldursmark er til dansin.
Aftur í ár hava stigtakararnir valt at lata avlopið av hesum dansi fara til Vestmanna Kappróðrarfelag, sum ætlar sær at gera hølini liðug í nýggja neystinum.
Nærri verður at frætta seinni um skránna o.a.