Úmbyggingin seinkað tveir mánaðir

Yvitøkudagurin, sum í fyrsta umfari var settur til 28. januar, er nú fluttur til 14. marts, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Ringa veðrið er ein av høvuðsorsøkunum til seinkanina, sigur hann

Gamli bygningurin hjá Fiskasøluni hevur fingið »nýggja« útsjónd, bæði so og so.

Umvælingararbeiði hevur verið í gongd í drúgva tíð nú, og fer at vara nakrar dagar afturat. Upprunaliga var ætlanin nevniliga, at bygningurin skuldi vera yvirtøkuklárur 28. januar, men av ymsum orsøkum er henda freist nú flutt til 14. marts.

Marner Jacobsen, stjóri í Frøoya Sparikassa, sigur við Sosialin, at orsøkin til seinkanina er, at veðrið í vetur hevur verið serstakliga vánaligt, og tí er arbeiðið uttandura seinkað meiri enn gott er.

Hann roknar við, at tað fer at bera til at halda nýggju freistina, og um so er, flytir Sparikassin inn í nýggja bygningin um mánaðarskiftið marts-apríl.

Veðrið er nú ikki einasta orsøkin til seinkanina, sigur stjórin í sparikassanum, tí broytingar, sum eru gjørdar ávegis, hava eisini gjørt sítt til, at arbeiðið er seinkað.


50 mió íalt

Nú arbeiðið fer at nærkast endanum, spurdu vit stjóran hvat tað hevur kostað at umvæla bygningin.

? Tá alt er uppgjørt, fer samlaði prísurin at liggja um tær 50 milliónirnar, men tá er eisini alt íroknað. Keypsprísur fyri bygningin, umbygging, nýggjar edv-innleggingar, sum ikki eru bíligar, og so sjálvandi eisini møblar, sigur stjórin.

Hann leggur afturat, at møblarnir ikki allir eru nýggir, tí sjálvandi verða teir gomlu møblarnir fluttir við, men tað verður tørvur á onkrum nýggjum hóast alt.


Glashús á takinum

Sum tað sæðst á myndini, so er bygt upp á bygningin yviri við Strond.

Tað hevur ljóðað, at hetta skuldi vera stjóraskrivstovan, men tað mundi vera í spølni, at tann søgan kom út.

Vit kunnu í hvussu er siga, at tað einki er í henni.

Marner Jacobsen greiðir frá, at hetta er nýggja luftskiftisskipanin, sum her stendur.

? Tað er tað tey kallað náttúrligt luftskiftið, og tað merkir, at tann heita luftin, sum vit vita, fer uppeftir, verður slept út her, samstundis, sum nýggj luft verður sogin inn um opini, sum eru við vindeyguni kring bygningin, sigur hann.

Skipanin hongur saman øll sum hon er, og tað merkir, at tá heita luftin verður slept út í erva, verða skaktirnar við vindeyga eisini gloppaðar, soleiðis at nýggja luftin sleppur inn. Og ikki nóg mikið við tí. Skipanin er soleiðis háttað, at hon ansar eftir úr hvørji ætt vindurin kemur. Á tí síðuni verða skaktirnar nevniliga ikki opnaðar.

Skipanin er kortini ikki meiri sjálvvirkandi enn so, at tað innanveggja verður ásett, hvussu ofta heita luftin verður slept út, og tað kann vera alt frá tvær ferðir um tíman, til tvær ferðir um dagin, skilja vit á stjóranum.


Umsiting og

vinnudeild

Tað vera allar umsitingardeildirnar hjá Sparikassanum og vinnulívsdeildin, sum fara at flyta út ínýggja bygningin.

Marner Jacobsen greiðir frá, at teir í løtuni húsast í einum leigaðum bygningi við Tinghúsvegin, umframt í tveimum, sum teir eiga sjálvir.

Leigumálið er sagt upp og tað merkir, at hølini í bygninginum hjá Landsverksfrøðinginum við Tinghúsvegin verða tóm.

Tað vera tey eisini í glasbygninginum hjá Sparikassanum sjálvum, tí allar deildirnar, sum húsast har í løtuni, flyta yvir við Strond.

Marner Jacobsen sigur, at teir hava fleiri fyrispurningar um leigu av glasbygninginum, men enn er einki avgjørt hvør flytur inn hagar.

Hølisumstøðurnar við Strond vera munandi betur enn tær eru nú, tí í løtuni húsast allar deildirnar á 1500 fermetrum, men tá flutt er húsast tær á 3000 fermetrum.

Umframt umsitingina og vinnulívsdeildina verða eisini skúlastovur í bygninginum, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, at enda.