MBM bilar við biodiesel

MBM hevur í tríggjar mánaðir royndarkoyrt tveir av sínum bilum við biodiesel sum brennievni.

Við tað at hesar royndirnar hava verið góðar, er nú ætlanin at fleiri lastbilar og vørubilar hjá fyritøkuni skulu koyra við biodiesel blandað við vanligari dieselolju. MBM samstarvar við Emmelev A/S í Danmark um hesa verkætlan. Í hesum sambandi var stjórin, Bjarne Simonsen, og vitjaði í Føroyum. Vit vilja gjarna vera ein grøn fyritøka, sum virðir umhvørvið, sigur Kim Petersen, marknaðarleiðari hjá MBM.