MBF: Tryggið veikastu borgararnar

Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk, ið bera brek, eru fyri mismuni, tá verkfall/verkbann er, sigur MBF.

Í gjár vóru fýra vikur síðani fyrstu námsfrøðingarnir fóru í verkfall og í morgin verða fýra vikur síðani verkbann bleiv lýst. 

Mánadagin verða fýra vikur síðani verkfallið rakti pedagogarnar, sum starvast í Almannaverkinum og nú sigur Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, at nokk er nokk.

- MBF vil gera vart við, at støðan á brekøkinum er alt annað enn góð, nú fólk eru noydd at flyta úr teirra egnu heimum, orkan á teimum stovnum, ið enn eru opnir, er rættiliga nógv skerd, og nú verkfallið/verkbannið rakar børn, ið bera brek í fólkaskúlanum, skrivar felagið, sum tí heitir á partarnar um at gera eina semju.

Felagið skrivar, at longu fyri fýra árum síðani kærdu tey sína neyð um, at eingin lóg er, sum tryggjar tey, ið bera brek, tá verkfall er. 

- Nú fýra ár seinni mugu vit ásanna, at støðan ikki er betri, enn hon var tá skuggafrágreiðingin varð skrivað. Tað er ikki einans heimið hjá fólki, ið verður rakt, men sleppa teir veikastu næmingarnir ikki í skúla heldur. Støðan í dag er tann, at børn, ið bera brek, ið eru í einari skipan við námsfrøðiligum stuðli í fólkaskúlanum sleppa ikki í skúla og missa harvið undirvísing, meðan aðrir næmingar, ið ikki hava námsfrøðiligan stuðul sleppa í skúla, skriva tey.

MBF skrivar, at meðan tey sjálvsagt virða rættin hjá pørtunum at nýta tey stríðsstig, sum sáttmálarnir loyva, biðja tey partarnar tryggja, at tað ikki eru teir veikastu bólkarnir í samfelagnum, ið eru fyri mismuni.

- MBF vil heita á samráðingarpartarnir at finna eina loysn og ikki góðtaka, at fólk, ið bera brek, eru fyri mismuni, tá verkfall/verkbann er. Tað er ikki í lagi, at hetta so viðbrekna øki aftur og aftur verður rakt.