MBF sett dagligan leiðara

Fríggjadagin 1. mars tók Anna Suffía Durhuus við sum dagligur leiðari á MBF. Hetta er at rokna sum eitt fulltíðarstarv, og fer hennara arbeiði mest at umfata samstarv við limafeløgini hjá MBF umframt teir almennu myndugleikarnar

Starvssetan

Heilt fitt av fólki var samankomið fyrrapartin fríggjadagin, tá MBF setti Onnu Suffíu Durhuus í starv, sum dagligur leiðari. Millum gestirnar var eisini landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund. Nógvar vóru blómurnar, og hýrurin var góður millum samankomnu gestirnar.
? Mítt arbeiði er fyrst og fremst at útynna tað í verki, sum limafeløgini samtykkja, og at menna eitt gott samstarv millum limafeløgini, sigur Anna Suffía Durhuus, nýggi dagligi leiðarin á MBF.
? Eg vil royna at fasthalda eitt høgt kunningarstøði millum limafeløgini, almenningin og almennu myndugleikarnar.
MBF hevur 22 limafeløg, sum hava gjørt eina virkisskrá, sum er ein 6 ára ætlan. Arbeiðið hjá Onnu Suffíu verður so at gera arbeiði, sum formaðurin býður henni. Tað vil siga fyriskipa, samskipa og leiða arbeiðið sum heild.
Munurin á formanni og leiðarar er tann, at formaðurin er politiskt valdur. Núverandi formaðurin í MBF, Doris Hansen verður í øllum førum formaður til maj mánaða í ár.
? Eg fari at royna at stuðla, ráðgeva og vera uppsøkjandi. Eg gleði meg nógv at sleppa at byrja, og eg eri spent at vita, hvat hetta arbeiðið hevur at bjóða mær. Nógv er at tríva í. Tað er áhugavert, men eisini strævið og hóast alt eisini stuttligt.
Anna Suffía Durhuus er 57 ára gomul. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og sjúkrasystralærari. Í 14 ár hevur hon starvast sum deildarsjúkrasystir á psykiatrisku deild, 4 ár hevur hon verið formaður í sjúkrasystrafelagnum og í 14 ár afturat, hevur hon verið lærari á sjúkrasystraskúlanum.