BREKAÐ
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF), varð stovnað ST-dagin 24. oktober 1981. Tað vil við øðrum orðum siga at felagið hevði 20 ár á bakið í fjør heyst. Áðrenn MBF varð stovnað, vóru tað 6 feløg fyri brekað í Føroyum. Hesi feløgini valdu at sláa seg saman í ein arbeiðsbólk, ið tey kalla MBF. Í dag eru 22 feløg í MBF.
Undirhald verður fyri trimum flokkunum í Suðuroy ið hava tekna seg til. Maria Andersen og Edny Poulsen undirhalda við sangi og teknum. Bárður Enni luttekur eisini. Eisini verður greitt frá um ítrótt fyri brekað, og næmingarnir fáa høvi at royna onkra ítróttagrein.
MBM bjóðar TOP POP og FÓM bjóðar ÍS.
Ein framsýining verður eisini ið vísir, hvat feløgini í MBF standa fyri, hvørji tey eru, og hvat tey kunnu brúkast til. Harumframt eru eisini básar í m.a vísa ljóðbøkur o.a, MBF vísir eisini fram ymiskt tilfar.
Har verða eisini tríggir ymiskir fyrilestrar fyri almenninginum, um t.d: Psyku og Rørslu. Hvat kann fáast á hjálpartólarmiðstøðini. Heilivágur nú og í framtíðini.
Birthe og Regin Havn Rasmussen fara eisini at spæla Harmoniku.










