MBF gjørt plakat


 

Í ár eru liðin tjúgu ár síðani MBF ? Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum ? varð sett á stovn. Stovningardagurin var 20. oktober í 1981, sum er ST-dagur.

Fyri tjúgu árum síðani var nógv virksemi kring landið, ið vísti á støðuna hjá brekaðum fólki í Føroyum. Tí fer MBF nú 20 ár eftir at lýsa støðuna í dag og arbeiðið hjá meginfelagnum við ymiskum tiltøkum.

Í sambandi við 20 ára dagin hevur MBF gjørt eina plakat við málningi hjá Øssuri Mohr, listamanni úr Fuglafirði. Øssur ognaði MBF málningin á samkomu fyrr í ár. Øssur er føddur í 1961, og hann er sjálvlærdur listamaður.

Plakatin fæst til keyps fyri 100 krónur í MBF-húsinum.