MBF fegnast um íbúðarbygging

Carita Bjørklund, forkvinna í MBF, fegnast um at gongd nú kemur á íbúðarbugging til fólk við menningartarni.

- Kundi ikki annað enn stórliga fegnast, tá eg sá og hoyrdi í tíðindunum, at landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen hevur tikið avgerð um, at byggja 10-16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni, sum eftir ætlan verða lidnar á vári 2014, sigur Carita Bjørklund.

Eisini hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Runavík til fólk við menningartarni, sum eftir ætlan verða lidnar á vári 2014.

- Hetta má sigast at verða góð tíðindir fyri MBF, sum saman við Javna, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum hevur havt umboð í bygginevndini, sum í juni lat landsstýriskvinnuni byggiskrá og tilmæli um staðseting, sum Annika Olsen hevur tikið undir við, sigur Carita Bjørklund.