Í januar í fjør gjørdust allir býbussar í Tórshavnar Kommunu ókeypis at koyra við. Samstundis varð avgjørt, at tey við brekið skuldu hava sama møguleika, so MBF bussarnir gjørdust eisini ókeypis.
Men tá klokkan ikki er millum níggju og fýra gerandisdagar, kostar tað líka nógv at nýta MBF bussarnar, sum tað kostar øðrum at koyra við taxabili. Ein maður er fastsettur at koyra bussin, men bussarnir hava støð hjá sløkkiliðnum í Havn og tí ber til at hava teir í koyring eftir arbeiðstíð eisini, men tá mugu brandmenn tilkallast.
Stórt nøgdsemi
Frá Meginfelagið teirra brekaðu skilst at stórt nøgdsemi er við bussarnar, sum koyra í høvuðsstaðnum, og bert smávegis klagur hava verið.
- MBF bussarnir eru ein skipan, ið verður nýtt meira og meira. Hetta kemst helst av, at tey, ið bera brek í dag, ikki setast inni, á sama hátt sum fyrr, sigur Anna Sofía Durhuus.
Hon leggur afturat, at tað einasta, sum er eitt sindur keðiligt, er at bussarnir kosta tað sama sum taxabilar, tá klokkan er farin av fýra, og tað meta nógv við brekið vera keðiligt, um tey skulu okkurt um kvøldarnar. Men sambært Onnu Sofíu Durhuus er taxaprísur nógv minni, enn tað í veruleikanum kostar at manna bussarnar eftir vanliga arbeiðstíð. Men hon heldur tað vera rættiliga harmiligt at onnur enn tey, ið bera brek, koyra ókeypis við bussi til á midnátt, meðan tey við breki, ikki hava tað ókeypis aftaná klokkan fýra.
Ikki ein kommunal uppgáva
Tað er Tórshavnar Kommuna, ið stendur fyri MBF bussinum í høvuðsstaðnum. Bussurin verður rikin av MBF, landinum og kommununi. Tað metir Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavn vera ein trupulleika.
- Tað er altíð soleiðis, tá fleiri standa við ábyrgd. Tá er ofta ringt at taka nakra støðu um at gera nakað. Tá vit gjørdu okkara bussskipan ókeypis, valdu vit at taka MBF bussarnar við, tí tað mettu vit vera rætt at gera. Men minnast má til, at MBF bussarnir ikki eru ein partur av okkara skipan, men heldur nakað vit hjálpa til við, sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur afturat, at tað er sera kostnaðarmikið at reka bussarnar, men at mann í samstarvið við landið burdi funnið fram til eina vaktarskipan, so ikki var neyðugt at kalla fólk út – á sama hátt sum tá eldur er í – til at koyra MBF bussarnar. Hevði tað verið støðan, skuldi kommunan nokk goldið sín part, so tað altíð varð ókeypis hjá teimum við brekið at nýta MBF bussarnar í høvuðsstaðnum.
- Trupulleikin er í veruleikanum, at tað kostar sera nógv at kalla fólk út. Og tað er veruliga orsøkin, til at vit ikki kunnu gjalda fyri, at bussurin skal vera ókeypis, sjálvt um tað hevði verið nógv virðiligari fyri tey við breki, um tey koyrdu buss á jøvnum føti við hini, sigur borgarstjórin.
Samstundis leggur Heðin Mortensen stóran dent á, at MBF bussarnir ikki er ein kommunu uppgáva, men nakað kommunan hevur valt at leggja eyka pening til, fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum við breki í kommununi, og ikki nøkur uppgáva, sum er álagt kommununi.










