Mbeki leggur frá sær

Forsetin í Suðurafrika, Thabo Mbeki, leggur frá sær eftir trýsti frá sínum egna flokki Suðurafrikanski stjórnarflokkurin, ANC, hevur noytt landsins forseta, Thabo Mbeki, at leggja frá sær.

Mbeki skuldi annars frá á næsta vali, sum verður í 2009, men sambært CNN er hann gingin við til at fara frá nú.

Avgerðin kemur, eftir at ein dómstólur hevur sýtt fyri at viðgera eina kæru ímóti formanninum í ANC, Jacob Zuma, sum sambært ákæruvaldinum skal hava framt svik. Men fleiri keldur siga, at kæran bleiv reist fyri at forða fyri, at Jacob Zuma skal taka við sum forseti eftir Mbeki.