Kylian Mbappé hevur í tíðindaskrivi, sum er til AFP tíðindastovuna, boðað frá at sáttmálin við Paris Saint Germain ikki verður longdur. Í løtuni er sáttmálin galdandi fram til 2024, men kundi leingjast fram til 2025.
Hesum hevur Kylian Mbappé nú boðað alment frá, at hann ikki ætlar sær. Nýríka Paris Saint Germain skal hava tikið tíðindini illa upp. Í svari til PSG sigur Kylian Mbappé í tíðindaskrivinum, at hann og PSG hava vitað av avgerðini síðani juni 2022.
Franska heimsstjørnan hevur í fleiri førum verið settur í samband við Real Madrid. Nú eru tey tíðindini aftur farin at ljóða í altjóða ítróttarmiðlum. Kylian Mbappé er 24 ára gamal.