Í kvøld verða tvær av seinnu 1/8 finalunum í Champions League. Tað er stórur spenningur í Madrid, har Real Madrid fær vitjan av Kylian Mbappé, Lionel Messi og PSG, meðan spenningurin er minni í Manchester, har heimaliðið vann 5-0 í fyrru uppgerðini.
Real Madrid (0)–(1) Paris Saint Germain (20.00)
Kylian Mbappé tryggjaði gestunum úr París ein leiðslu til returdystin, tá hann móti dystarenda skoraði til 1-0 í París. Júst Kylian Mbappé væntast at skift atil Real Madrid í summar, tá sáttmálin hjá honum gongur út. Hann hevur verið skaddur í vikuni, men er við og spælir væntandi.
PSG telur eisini Lionel Messi, sum í fleiri ár við FC Barcelona var ein arvafíggindi hjá Real Madrid. Seinnu árini hevur hann ikki avrikað eins væl og slett ikki móti Real Madrid. Millum annað brendi hann brotsspark seinast. Í PSG vóna tey at tað broytist í kvøld.
Meðan PSG enn ikki hevur roynt at vunnið Champions League, so hevur heimaliðið vunnið kappingina 13 ferðir. Tað hevur venjarin hjá PSG eisini noterað sær. Tað kemur tó illa við, at stríðsmaðurin á miðjuni, brasilski Casemiro, hevur leikbann.
Manchester City (5)–(0) Sporting (20.00)
Er tað stórur spenningur í Madrid, so kann tað sama ikki sigast um støðuna í Manchester. Pep Guardiola og hansara menn vunnu heili 5-0 í fyrra dystinum. Tí er ongin spenningur um útfallið av uppgerðini.
Yvirskriftirnar hava verið um úttalisið hjá Pep Guardiola um Kyle Walker, sum situr yvir leikbann. Enski landsliðsspælarin fekk tríggjar dystir, fyri at sparka eftir einum spælara. Tað heldur venjarin er fult uppiborið og vil als ikki verja atburðin.