Tvær tær fyrstu av fyrru 1/8 finalunum í Champions League vóru í gjár. Paris Saint Germain vann 1-0 á Real Madrid, meðan Manchester City vann stórsigur á Sporting Lisabon.
Dysturin millum Paris Saint Germain og Real Madrid hevði alt, sum skuldi til fyri at fáa ein góðan dyst. Lionel Messi móti gamla arvafíggindanum, Kylian Mbappé móti komandi felagnum hjá sær og Carlo Ancelotti móti sínum gamla felagnum PSG.
Hóast nógvar stjørnur á vøllinum, so bleiv talan ongantíð um nakran góðan dyst. Real Madrid vardi og royndi at spæla kontra, meðan Lionel Messi framvegis ikki hevur funnið seg til rættist í París. Ein glógvandi stjørna var tó Kylian Mbappé. Franski áleyparin er uttan sáttála í summar og søgan sigur, at hann endar í Real Madrid.
Hann vann fyrst PSG eitt brotsspark, sum Lionel Messi brendi. Tað sigur eitt sindur um gongdina hjá Lionel Messi í PSG. Síðani avgjørdi Kylian Mbappé sjálvur dystin, tá hann skoraði tríggar minuttir inni í yvirtíðini. Eftir dystin kallaði Carlo Ancelotti, venjarin hjá Real Madrid, Kylian Mbappé fyri besta spælaran í Evropa, og segði at hann er ikki til at steðga.
Sum væntað vann Manchester City stórsigur á Sporting Lisabon. Úrslitið bleiv 5-0. Bernardo Silva var ikki blíður móti landsmonnum úr Portugal og skoraði tvær ferðir. Hartil skoraðu Phil Foden, Raheem Sterling og Riyad Mahrez. Her er ongin ivi um, hvør kemur víðari.
Champions League 1/8:
15. feburar:
PSG – Real Madrid 1-0
Sporting – Manchester City 0-5
16. feburar:
Red Bull Salzburg – Bayern Munchen (20.00)
Inter Milan – Liverpool (20.00)
22. feburar:
Chelsea – Lille (20.00)
Villarreal – Juventus (20.00)
23. feburar:
Atletico Madrid – Manchester United (20.00)
Benfica – Ajax (20.00)