Sjey ferðir upp í slag, hevur Pep Guardiola við ávikavist FC Barcelona og Bayern Muncen vunnið seg í hálvfinaluna í Champions League. Í kvøld fall hann saman við Manchester City móti Monaco og 18 ára gamla Kylian Mbappé.
Les eisini: Kylian Mbappé - spælarin øll tosa um
Manchester City vann fyrra dystin á heimavølli 5-3, eftir at Monaco var á odda. Tí vóru teir eisini favorittar at koma víðari í kvøld. Monaco var uttan Radamel Falcao í kvøld, men sást ikki í fyrra hálvleiki.
Fyrst skoraði 18 ára gamli Kylian Mbappé til 1-0 longu aftaná átta minuttir. Stutt seinni sendi hann bóltin í málið, men tað bleiv rætt kolldømt fyri rangstøðu. Aftaná ein hálvan tíma kom eitt væl spælandi Monaco á odda 2-0, tá Fabinho sendi flatt innlegg í mál.
So var Monaco víðari samanlagt, men tjúgu minuttir fyri tíð skoraði Leroy Sane fyri Manchester City, sum hevði yvirtakið í seinna hálvleiki. Brádliga vendi alt á høvdinum, men Monaco fekk avgerandi stykkið, tá Tiemoue Bakayoko stútaði frísparksinnlegg í mál løtu seinni. Monaco helt fast í samlaðu leiðsluni og vinnur við at hava skotið fleiri mál á útivølli. Samanlagt bleiv úrslitið 6-6.
Atletico Madrid er víðari við samlaðum 4-2 sigri á Bayer Leverkusen. Atletico Madrid er saman við Monaco, Real Madrid, FC Barcelona, Juventus, Leicester, Borussia Dortmund og Bayern Munchen víðari til fjórðingsfinalurnar.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður fríggjadagin klokkan 11.
Champions League 1/8:
Monaco (3) - (5) Manchester City 3-1 (2-0)
1-0 Kylian Mbappé, 8
2-0 Fabinho, 29
2-1 Leroy Sané, 71
3-1 Tiemoue Bakayoko, 77
Samanlagt: 6-6 (Monaco vinnur upp á regulin um fleiri mál á útivølli)
Atletico Madrid (4) - (2) Bayer Leverkusen 0-0 (0-0)
Samanlagt: 4-2