MBA-leiðarabúgving - uttan útbúgving

Hugsar tú um eina leiðaraútbúgving? So er MBA avgjørt ein møguleiki. Nú vísa kanningar, at MBA-lesandi við praktiskum fortreytum standa seg betri enn tey, ið hava bókligar fortreytir.

Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur

Business-line.fo

 

MBA-lesandi eru kend fyri hava nógvar ymiskar førleikar í viðførinum. Nú vísir tað seg, at fólk við praktiskum royndum í mongum førum klára seg bertri enn tey, við akademiskum útbúgvingum.

 

Leiðarin hjá AVT (Associtation for Visionary Thinking) Dan Høyer, sum bjóðar eina hálvt ára leiðaraútbúgving, CBA, við møguleika at útbyggja til MBA, hevur gjørt sær tær royndir, at fólk uttan serliga útbúgving klára seg betri enn meðal. Tí kundi hann hugsað sær at sæð fleiri lesandi, uttan akademiska útbúgving, í sínum floksrúmum.

 

- Tað er sera harmuligt at vit ikki hava fleiri lesandi við praktiskum royndum. Hjá okkum hava tveir triðingar av studentunum høgar útbúgvingar, men tað sum stendur í lærubókunum kemur ofta frá teimum, sum hava royndir í vinnuni og duga spinna gull av tí, sigur Dan Høyer.

 

 

 

 

Margfeldi avgerandi

 

Fleiri enn 56% av øllum MBA lesandi á Handilsháskúlanum BI í Oslo eru antin verkfrøðingar ella sivilbúskaparfrøðingar. Kristin Ølberg, ið er leiðari á MBA-útbúgvingini á BI hevur eisini bitið merki í, at studentar við verkligum royndum standa ikki aftanfyri tey, ið koma við hægri útbúgvingum í skjáttuni.

 

- Tað, ið eyðkennir okkara MBA-lesandi er at tey hava drúgvar arbeiðsroyndir og eisini hava fleiri leiðsluroyndir.

Vit hava sæð at fólk, ið ikki hava haft serligar útbúgvingar frammanundan, hava tikið okkara MBA-útbúgving við góðum úrslitið og hava síðan gjørt eina góða karrieru, sigur Kristin Ølberg.

 

Hon sigur, at tey á Handilsháskúlanum í BI helst síggja ein breitt samansettan skarða av luttakarum til teirra MBA-útbúgving. Umframt búskaparfrøðingar og verkfrøðingar hava vit luttakarar úr mongum yrkisgreinum , t.d. læknar, sálarfrøðingar, samfelagsfrøðingar, fólk úr verjuni, v.m., og vit fáa bert góðar afturmeldingar, sigur Kristen Ølberg.

 

 

Eftirspurd leiðaraútbúgving

 

MBA leiðaraútbúgvingin á BI er sera nógv eftirspurd og áhugin fyri at søkja inn er ikki minkaður eftir at BI kom á listan hjá Financial Times yvir tey 50 bestu útbúgvingarstøðini í Evropa.

 

Mest vanliga orsøkin til at fólk velja at taka eina MBA útbúgving er tann, at hetta gevur betri arbeiðsmøguleikar og at leiðararnir verða knýttur saman í einum felags netverki. Samstundis er vanliga talan um eina munandi lønarhækking.

 

 

Meira enn 1000 lærdir háskúlar runt um í heiminum kunnu bjóða sínum lesandi eina MBA útbúgving og fleiri enn 100.000 lesandi kunnu hvørt ár prýða sítt CV við einum MBA prógvi.

 

MBA er ein stytting av Master of Business Administration. Útbúgvingin tekur 2 ár og er ein yvirbygningur til aðrar útbúgvingar ella verkligar royndir, har dentur verður lagdur á toppleiðslu í vinnuligari merking.