Tað verður einki stríðsval um forsetasessin í fótbóltssambandinum. Tað er greitt, eftir at MB í gjár valdi at taka stuðulin til Høgna í Stórustovu aftur. Nevndin sigur, at talan er um trýst, sum hevur gjørt at felagið tók uppstillingina aftur.
Sambært nevndarumboðum í MB, so var tað ikki ónøgd við FSF ella sitandi forsetan, sum fekk MB at verða stillari hjá Høgna í Stórustovu, men tey hildu tað verða rætt, at ein demokratiskur felagsskapur hevði eina kapping um forsetasessin.
- Vit hildu tað var gott, at meir enn ein bjóðar seg fram, men tað var uttanhýsis trýst, sum gjørdi, at vit valdu at taka stuðulin aftur, sigur nevndin hjá MB, sum ikki ynskir at úttala seg persónligt, men bara sum ein samlað nevnd.
In.fo skilir, at talan er ikki um trýst frá eitt nú sitandi forseta ella fótbóltssambandinum. Nevndin í MB vil tó ikki koma nærri inn á hvar trýstið kemur frá.
- Tað einsta vit ynsktu var, at tað bleiv ein valdystur um forsetasessin. Vit eru bara eitt lítið felag, sum tók av møguleikanum at stilla Høgna í Stórustovu upp. Tað er ikki nøkur beinleiðis ónøgd við sitandi forseta, ella eitt tilval av Høgna í Stórustova. Bara eitt ynski um at hava fleiri møguleikar, sigur nevndin hjá MB.
In.fo hevur verið í samband við fleiri nevndarlimir í MB, sum tó ikki ynskja at úttala seg persónligt. Christian F. Andreasen verður nú afturvaldur til FSF forseta, tá aðalfundurin verður 18. feburar.