MB skipar fyri Nósa-Cup

Í døgunum 10. til 11. desember skipar Miðvágs Bóltfelag fyri innandura kapping í Ítróttarhøllini á Giljanesi.
Spælt verður í 9 aldursbólkum. Hjá kvinnum er talan um tríggjar aldursbólkar, sum býta seg millum árgangirnar 1997 til 1989. Á mannfólkasíðuni er talan um fimm aldursbólkar. Smápiltar, piltar, smádreingir, dreingir og menn.
Hjá monnunum, í dreingjadeildini og í elstu gentudeildini eru fýra spælarar á vøllinum í senn. Á hinum liðunum eru fimm spælarar á vøllinum. Tilmeldingar skal vera farin fram hjá fyrireikarunum áðrenn 5. desember.