MB sett venjara

(1.deild menn) MB flutti í ár upp í 1.deild og hevur nú sett venjara

Tað verður John Norðbúð Thomsen, sum skal venja MB komandi kappingarár, skrivar jn.fo. Hann tekur við eftir Súna Fríða Barbá, sum hevur tikið yvir í B68, ið somuleiðis skal spæla í 1.deild.

 

Jonn Norðbúð Thomsen hevur seinastu trý kappingarárini verið venjari hjá næst besta liðnum hjá AB. Hann flutti upp við teimum fyri tveimum árum síðani, og megnaði eisini at halda teir í deildini hetta kappingarárið.

 

MB er vinnari av 2.deild, har teir leingu vóru oddalið í deildini. Eftir uppflytingina bleiv tó greitt, at Súni Fríði Barbá ikki hlet fram sum venjari. Hann tekur við eftir Jógvan Martin Olsen, sum ikki heldur fram í B68.