MB-SÍF leygardagin

Nú er greitt, nær seinni dysturin millum MB og SÍF skal spælast. Ein dystur, sum skal gera av, hvørt av liðunum skal halda plássinum hjá FSV í aðru deild, men sum av undir givnu umstøðunum hevur drigið út nakað leingi.
Í farnu viku gjørdi Dómsnevndin hjá FSF so av, at seinni dysturin skal spælast sum skjótast, og nú er ein dagfesting so eisini ásett.
Leygardagin kl. 14.00 fer Birgir Sondum so at blása í floytuna, soleiðis at seinastu 90 ? ella kanska 120 ? minuttirnir av kappingarárinum kunnu spælast. Og hesaferð kunnu liðini so bíða til hálvan tíma undan dystarbyrjan, áðrenn dómaraseðil verður latin dómaranum.