MB og SÍF skulu spæla seinna dystin

Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt av, at seinni dysturin millum MB og SÍF um rættin til lið í 2. deild komandi ár skal spælast.

Nógv rumbul hevur verið um dystirnar millum MB og SÍF, um hvør av teimum skal eiga rættin til lið í 2. deild komandi kappingarár. Fyrri dysturin endaði við einum 3-0 sigri til sandavágsmenn. Av tí at MB, sambært kappingarnevndini hjá FSF, nýtti fleiri ólógligar leikarar í tí dystinum, bleiv eisini avgjørt, at feløgini undan seinna dystinum skuldu senda dómaraseðilin inn til fótbóltssambandið dagin fyri dystin, so at FSF kundi kanna eftir, at allir leikararnir á dómaraseðlinum høvdu loyvi at spæla. Eisini varð MB dømt at gjalda 5.000 krónur í bót.

Dómaraseðilin avleverast hálvan tíma undan dystinum
Miðvingar noktaðu at spæla seinna dystin, og MB kærdi avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, og dómsnevndin hevði um vikuskiftið fund, har málið bleiv viðgjørt.
Niðurstøðan hjá dómsnevndini er tann, at seinni dysturin millum feløgini skal spælast. Dysturin skal spælast í Sandavági, og MB skal gjalda dómarasamsýniningarnar í sambandi við dystin. MB fær tó eisini allar inntøkurnar av atgongumerkjasøluni til dystin. Bótin, sum MB varð dømt at gjalda, stendur eisini við, sigur dómsnevndin.
Sum áðurnevnt avgjørdi kappingarnevndin hjá FSF undan tí ætlaða seinna dystinum, at feløgini skuldu lata dómaraseðilin inn til FSF dagin fyri sjálvan dystardagin. Hesum tekur dómsnevndin hjá FSF tó ikki undir við, og nevndin hevur tí broytt avgerðina til, at feløgini skulu avlevera dómaraseðil bert hálvan tíma áðrenn, at dysturin verður settur í gongd.
Nær seinni dysturin millum MB og SÍF verður leiktur, er enn ikki ásett, men fótbóltssambandið vil hava, at dysturin verður avgreiddur sum skjótast.

Anderson framvegis átta daga leikbann
Bert eitt annað mál var á fundarskránni hjá dómsnevndini, og tað var ein kæra frá B68 um dómin hjá kappingarnevndini, har brasilianski leikarin hjá felagnum, Anderson, varð dømdur átta daga leikbann í sambandi við eina útvísing, sum hann tiltuskaði sær í dysti móti EB/Streymi seint í farna kappingarári.