MB hátíðarhelt fríggjadagin, at 100 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað. Nógv fólk, bæði miðvingar og onnur, vóru komin saman at ynskja felagnum tillukku.
Føðingardagshaldið byrjaði við ítróttarguðstænastu í Miðvágs Kirkju,sum var at kalla fullsett. Tað vóru prestarnir David Johannesen og Inga Poulsen Dam, sum høvdu guðstænastua. Ungdómskórið í Vágum sang nakrar sangir, eins og Eivind á Presttrøðni og Sámal Ravnsfjall eisini sungu hvønn sín sang.
Ein sera hugnalig løta, har Sámal Ravnsfjall enn einaferð prógvaði, at hann telist millum fremstu trubadurar okkara yvirhøvur. Um hann syngur drykkjuvísur ella, sum hetta kvøldið, ein sálm við guitarundirspæli, ger tað sama.
Eftir guðstænastuna beyð MB til móttøku í bygdarhúsinum, har heilt nógv fólk kom at heiðra felagið. Har vóru miðvingar og gestir ymsastaðni úr landinum. Nógvar heilsur vóru komnar frá ítróttarfeløgum og øðrum, sum vildu markera dagin, og nógv vóru tey, sum tóku orðið á samkomuni og heilsaðu felagnum.
Eisini MB ynskti at markera, at tað eru fólk, sum av sínum eintingum taka tøk fyri felagið. Soleiðis vóru hetta kvøldið fýra fólk, sum nevndin metti høvdu gjørt seg serliga fortjent til tess, heiðrað við hvør síni gávu frá felagnum fyri tað.










