Miðvágs Bóltfelag hevur fingið nýggja heimasíðu. Teir seinastu mánaðarnar hava nevndarlimir í MB arbeitt í tøttum samstarvi við starvsfólkið á Stephanssons Hús, við tí fyri eyga, at fáa eina nýggja heimasíðu upp at koyra. Ikki kann sigast annað, enn at hetta samstarvið hevur riggað sera væl og at úrslitið eisini er hareftir. Felagið fegnast um síðuna, og skrivar í einum tíðindaskrivi, at øll sum hava havt við menningina av heimasíðuni skulu hava stóra tøkk! Heimasíðan er at síggja á www.mb1905.fo.