Magnus Gunnarsson
Mazda6 er komin sum avloysari fyri Mazda 626.
Mazda6 hevur elegant design og koyrieginleikar, sum eru fult á hædd við evropisku kappingarneytarnar.
Bilurin er størri enn forgangarin og er nú ein tann størsti í miðalklassanum.
Kabinan er vorðin meira innbjóðandi og sportlig við t. d. alulook á instrumentborðinum. Sama er galdandi fyri koyrieginleikarnar, har ein nýggjur undirvognur ger, at bilurin hevur sportligar koyrieginleikar og er ein sonn fragd at koyra.
Bensinmotorarnir eru allir nýggir og eru gjørdir úr aluminium. Motorarnir eru: 1,8 litur við 120 hk, 2,0 litur við 141 hk og 2,3 litur við 166 hk.
Á trygdarøkinum eru eisini stór framstig, og bilurin hevur nógva innbygda trygd sum t. d. airbag framman, í síðunum og gardinairbag og »anti-piskesmæld« setur, sum verja høvur og nakka við ein samanstoyt ella harða uppbremsing.
Standard útgerðin er sera umfatandi so sum aircondition, el-síðurútar framman, el-síðuspegl og rattið kann stillast allar vegir.
Bilurin fæst eisini við fartpiloti, leðurratti, hita í setrunum og DSC, sum elektroniskt ansar eftir, at bilurin ikki glíður út í svingum.
Mazda6, ið verður gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar, fæst í útgávunum Comfort, Touring og Sport.
Motorjournalistar og bilbløð geva Mazda6 sera góð skotsmál, og bilurin hevur longu fingið fleiri heiðurslønir.
Um ólavsøkumundið kemur Mazda6 við einum Commonrail dieselmortori við 136 hk.
Mazda6 1,8 Comfort sedan
Motorurin1,8 litur 4 syl. bensin 120 hk
0-100 km/t10,7 sek
Bensinnýtsla12,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd195/65-15
Stødd og vekt
Longd468,0 cm
Breidd178,0 cm
Hædd143,5 cm
Eginvekt1250 kg
Totalvekt1850 kg
Viðførisrúm500 litrar
Prísurkr. 198.700,-
SøluumboðBerg Motors
Staravegur
FO-100 Tórshavn
Tel.313535