Mazda5 premieru í vikuskiftinum

Mazda5, sum vit royndarkoyrdu í Italiu fyrst í juni, er nú komin og hevur premieru leygardagin 3. september. Mazda5 er tann fyrsti og einasti í sínum klassa við dragihurðum á báðum síðum

Mazda Premacy og Mazda MPV eru nú avloystir av Mazda5, ið er ein spennandi smartur MPV við liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum. Bilurin er eyðkendur av gjøgnumførdum japanskum kvaliteti og er góður at sita í og lættur at koyra.
Stóru síðuspeglini gera tað sera lætt at fylgja við í ferðsluni. Girstongin er í instrumentborðinum og er sera løtt at handfara. Dragihurðar eru á báðum síðum, og lætt er at koma inn og út úr bilinum, sum er bæði praktiskur og sportsligur við komforti á høgum støði. Innrættingin er serliga praktisk við nógvum ymiskum møguleikum.

Fýra motorar vera at velja ímillum - tveir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru 1,8 litur við 115 hk, og 2,0 litur við 145 hk. Um árskiftið koma tveir 2,0 litur turbodiesel við ávikavist 110 og 143 hk, báðir við commonrail innspræning.

Undirvognurin við McPerson upphangi framman og multi-link upphangi aftan gevur koyrieginleikarnir, ið eru heilt í topp. Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir, ið tryggja kabinuna mest møguligt í einum ferðsluóhappi. ABS-bremsuskipan við elektroniskari bremsukraftdeilara (EBD), og elektroniskum bremsuassistenti (EBA) og dynamiskum stabilitetskontroll (DSC). Airbag eru framman, í síðunum, og gardinairbag til øll trý røðini av setrum.

Mazda5 verður gjørdur í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Comfort, Comfort Plus, Touring og Sport. Í standardútgávuni, Comfort, hevur bilurin t.d. aircondition, el-síðurútar, fjarstýrt sentrallás, el-síðuspegl við hita, og hita í setrunum.

Annars fáast hinar útgávurnar við flúgvaraborðum við baksetrini, fjarstýring í rattinum til radio og fløguspælara og klimaanleggi. Sport-útgávn hevur t.d. 17" alufelgur, tokulyktir framman, myrkar síðurútar, regnsensorar og xenon-forlyktir.

Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at eftirspurningurin eftir Mazda 5 er stórur, serliga tí bilurin er kappingarførur í prísi í mun til kappingarneytarnar. Prísirnir byrja við kr. 227.000,- fyri ein 1,8 Comfort.


Myndatekstur:

Mazda5 2,0 Touring

Motorurin2,0 litur bensin 145 hk

0-100 km/t10,8 sek / toppferð 196 km/t

Bensinnýtsla12,2 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd195/ 65-15

Stødd og vekt
Longd450,0 cm
Breidd175,5 cm
Hædd166,5 cm
Eginvekt1.350 kg
Viðførisrúm112 litrar v. 7 setrum / 426 litrar v. 5 setrum

Prísurkr. 255.000,-

SøluumboðBilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo