Mazda3 - sýndur fram í Genéve

Fyrst bleiv avloysarin fyri Mazda 626 til Mazda6, avloysarin fyri Mazda Demio bleiv til Mazda2. Á bilaframsýningini í Genéve var ein Mazda MX Sportif, ið eftir ætlan kemur at avloysa Mazda 323. Navnið verður Mazda3

Tað gongur hart fyri seg hjá Mazda í hesum døgum, tá nýggj modell koma á marknaðin næstan hvørt ár. Fyrst kom Mazda6, Mazda2 og RX8 eru á veg, samstundis sum tað ikki verður leingi, til ein avloysari fyri Mazda 323 kemur á marknaðin. Konceptbilurin Mazda MX Sportif, ið bleiv sýndur fram á bilaframsýningini Genéve, verður eftir ætlan avloysari fyri Mazda 323 við navninum Mazda3. Talan er um ein bil sum verður bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Ford Focus. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleikum. Enn hava vit ikki nógvar upplýsingar um nýggja Mazda3, men hann kemur at fáast við einum framkomnum 2,0 litur motori, sum lýkur tey strongu japansku ULEV-umhvørviskrøvini (Ultra Low Emission Vehicle).