Mazda3 minst feilir

Í árligu frágreiðingini hjá týska sýnsstovninum "TüV Auto Rapport" eru tað ofta japanskir og týskir bilar sum liggja í fremstu røð, sum teir bilar ið hava minst feilir.

Fyri bilar í aldrinum tvey til trý ár varð Mazda3 nr.1 (feilprosent: 1,2), Mazda6 nr.2 (feilprosent: 1,4)og VW Golf/Bora sum nr.3 (feilprosent: 2,2). Fyri bilar frá fýra til fimm ár var Porsche 911 nr.1 og fyri bilar seks til sjey ár varð Toyota RAV4 nr.1.