Mazda2 er ein heilt nýggjur bilur, sum verður gjørdur í Valencia í Spania. Bilurin verður gjørdur á somu verksmiðju sum Ford Fiesta, Fusion og Ka. Mazda2 er gjørdur í sama stýli sum Mazda6, viðvíkjandi designi og innrætting við t.d. alu-look innan. Talan er eum ein 5 persónabil við 330 litra viðførisrúmi. Viðførisrúmið er í somu stødd sum t.d. á VW Golf. Lessihæddin aftan er lág, so lætt er at leggja størri lutir inn í bilin. Um baksetrini og høgra forsetur verða løgd fram, er pláss fyri tveimum súkklum í bilinum. Innan er eisini gott pláss, og bilurin er góður at koma inn í. Nakkapúturnar aftan kunnu koyrast heilt niður, so tær ikki taka útsýnið, tá fólk sita har.
Bilurin fæst við 1,2 litur, 1,4 litur og 1,6 litur bensinmotorum og 1,4 litur commmon-rail dieselmotori. Trygdin er eins og í størri bilum við t.d. ABS bremsuskipan og DSC (Dynamic Stability Control), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Mazda2, ið einans verður gjørdur sum hatchback við 5 hurðum, skal kappast við bilar sum Toyota Yaris og VW Polo. Mazda koma at gera nógv við at marknaðarføra Mazda2. Bilarnir koma á marknaðin í apríl, men hjá Berg Motors rokna tey við at fáa onkran framsýningarbil til 1. mars.










