Í dag er ein merkisdagur í føroyskari bilasølu. Bilasølan hjá Johannesi Berg, sum síðani 1968 hevur havt umboðið upp á teir væl umtóktu Mazda-bilarnar, missir umboðið, og stafettin verður latin til Bilasøluna hjá Øssuri Johannesen.
Fólk í bilavinnuni hava ilt við at siga, hvat fer at henda á marknaðinum frameftir, men eitt er púra vist ? tað verður kapping um at selja Mazda í Føroyum næstu tíðina.
Berg Motors hevur onkrastaðni millum hundrað og tveyhundrað spildurnýggjar Mazda-bilar á goymslu, og teir skulu seljast. Hetta ger byrjanina hjá Øssuri Johannesen nakað truplari, men hann ætlar sær ikki at leypa fram av.
? Vit fara at byggja hetta upp róliga. Tað er ósunnt fyri eina fyritøku at blása nakað upp at byrja við, og so ikki kunna liva upp til tað. Tað fara vit ikki at gera, og vit fara ikki við í nakra skilaleysa kapping við Berg Motors um Mazda-bilarnar, sigur Øssur Johannesen.
Karin Clementsen Hammer, sum saman við Johannesi Berg, hevur leiðsluna av Berg Motors, roknar við, at prísirnir á Mazda-bilum fara at hækka hjá nýggja umboðnum.
? Vit hava havt einasta beinleiðis innflutningin av bilum til Føroya, og nú alt skal ígjøgnum Danmark, kann mann rokna við, at fólk kom at betala meira fyri Mazda-bilarnar, sigur Karin Hammer.
Slóðbrótandi Mazda-maður
Tað var í 1967, at fyrsti Mazda-bilurin kom til landið, og árið eftir fekk Johannes Berg umboðið upp á Mazda í Føroyum. Hann var á ymiskan hátt frammanfyri sína tíð, tí Mazda kom ikki til Danmarkar fyrr enn eini trý ár seinni.
Í 1968 varð ferð sett á bilasøluna í Føroyum, tí tá kundu fólk keypa bilar frítt, og Mazda var við frá byrjan. Gjøgnum øll sjeytiárini var japanska merkið tað mest selda í landinum, og tað var ikki minsta orsaka av Johannesi Berg, at privatbilasølan í Føroyum rættiliga tók dik á seg hesa tíðina.
Meðan summi hildu, at eingin brúkti privatbil í Føroyum, so var Johannes Berg hinvegn av teirri áskoðan, at øll manglaðu ein bil. Hann innflutti tí nógv fleiri bilar, enn nakar annar helt verða ráðiligt, men hann seldi alt so hvørt.
Mazda hevur øll árini síðani 1968 verið ein væl umtóktur bilur í Føroyum, og hóast onnur merki hava selt meira, kom Mazda aftur á slóðina í fjør, tí merkið aftur var tað mesta selda í landinum.
Kuril kom á tráðin
Fyrr í ár gjørdist tað greitt, at Mazda skuldi hava nýtt umboð í Føroyum, og tað kom rættiliga óvart á flest fólk. Er tað nakar, sum hevur verið ímyndin av Mazda í Føroyum, so er tað Johannes Berg, men knappliga stóð hann uttanfyri dyrnar, meðan Øssur Johannesen var boðin inn í hitan.
Hvørjar orsøkirnar eru til skiftið av umboðnum í Føroyum er trupult at fáa greiði á, men tað hevði avgerandi ávirkan, at Mazda í Danmark skuldi yvirtaka innflutning vegna Føroyar, og harvið kom føroyski forhandlarin at verða ein vanligur forhandlari í donsku skipanini og ikki ein beinleiðis innflytari av bilum úr Japan.
Karin Clementsen Hammer, sum er dagligur leiðari hjá Berg Motors, við ikki siga nakað um, hví Berg Motors misti Mazda-umboðið, og Øssur Johannesen kann bara staðfesta, at hann fekk í boði at taka yvir, og hesum tók hann av.
Og harvið var tað veruleiki, at Mazda í Føroyum skifti hest, og nú skal Bilasølan hjá Øssuri Johannesen verða formliga umboðið fyri bilarnar í Føroyum.
Enn hevur Øssur Johannesen ikki fingið Mazda-bilar á goymlu, men hann roknar við, at tað verður um einar tvær vikur.
Hvat við prísinum?
Spurningurin er so, hvat hetta kemur at merkja fyri søluna av Mazda-bilum og fyri føroyska bilamarknaðin sum heild. Nýggi og gamli forhandlarin eru í øllum førum ikki á einum máli um prísirnar.
? Mazda-bilarnir koma ivaleyst at vera dýrari í framtíðini, heldur Karin Clementsen Hammer.
Men hesum tekur Øssur Johannesen ikki undir við.
? Í útgangsstøðuni skulu prísirnir ikki hækka, men vit koma at seta tann prísin á bilarnar, sum vit skulu hava fyri teir. Vit fara ikki við í nakað prískríggj, tí tað kunnu vit bara tapa, sigur Øssur Johannesen.
Stjórin hjá Meinhardt Arge kann av síni skrivstovu fylgja Mazda-stríðnum sum eygleiðari, og hann heldur ikki, at skiftið av Mazda-umboðnum fer at fáa nakra avgerandi ávirkan á bilamarknaðin.
? Mazda hevur ikki einsamalt syrgt fyri kappingini á bilamarknaðinum. Bíligu koreansku bilarnar hava eisini økt um kappingina, og nú hava hini merkini eisini tikið kappingina upp, sigur Finnbogi Arge, stjóri hjá Meinhardt Arge, sum millum annað selir merkini Opel og Nissan.
Hann nevnir sum dømi, at Opel framleiðis Astra Classic sum beinleiðis alternativ til teir bíligari koreansku bilarnar.
Færri bilar verða seldir
Mazda-sølustøðini og allar hinar bilasølurnar í landinum skulu frameftir kappast á einum marknaði sum minkar, og hetta kemur eisini at hava ávirkan á kappingina og innflutningin av bilum.
Búskaparliga støðan í landinum hevur rættiliga kontanta ávirkan á bilasøluna, og seinastu tvey árini er samlaða sølan av bilum minkað. Sølan hevur verið uppi á umleið 1800 nýggjum bilum um árið, men sølan er minkað við nørkum hundrað bilum, og tað er sannlíkt, at sølan verður ein triðing minni í ár og komandi árini.










