Mazda Premacy má metast sum ein av forgangarunum av MPV-bilum í sínum klassa. Síðan bilurin kom á marknaðin fyri góðum trimum árum síðan, hava tey flestu bilmerkini ein MPV í umleið somu stødd sum Premacy. Premacy bleiv fyrstu ferð sýndur á altjóða bilaframsýningini í Geneve í 1999. Tað var eisini nakað nýtt tá, at setrini kundu takast úr bilinum, hvørt setur vigar einans 12 kg og kann takast í hondina eins og ein beriposi. Premacy er nakað broyttur, hann fekk eina "facelift" í fjør. Nú hevur hann t.d flúgvarasetur við baksetrini, og hann fæst eisini við eykasetrum aftan, so hann kann hava upp til 7 sitipláss. Bilurin er góður at koyra, stýringin og undirvognurin virka føst og kontant. Umframt at bilurin hevur ein 1,8 litur bensinmotor við 100 hk, fæst hann nú eisini við einum nýggjum bensinmotori við 136 hk. Premacy fæst eisini sum turbodiesel við 100 hk., oljunýtslan er 15,6 km/l og hann koyrir frá 0-100 uppá 12,0 sek. og prísurin er kr. 226.700,-
Mazda Premacy2,0 GLX 7 pers.
Motorurin2,0 litur 4 syl. bensin 136 hk
0-100 km/t10,8 sek
Bensinnýtsla 11,5 km/l
Stødd og vekt
Longd430,0 cm
Breidd171,0 cm
Hædd160,0 cm
Eginvekt1300 kg
Prísur215.700,-
SøluumboðBerg Motors
Staravegur 1-3
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535