Tá nýggi Mazda MPV kom á marknaðin fyri umleið tveimum árum síðan, var bilurin ikki so áhugaverdur, sum hann annars hevði uppiborið. Orsøkin var, at hann ikki fekst sum diesel, men tað ger hann nú.
Mazda MPV er á leið somu stødd sum Kia Carneval og tann styttri Chrysler Voyager. Talan er um ein stóran rúmligan 7 persónabil. Sum á flestu MPV eru nógvir møguleikar við setrunum, har til ber at brúka stólaryggin til borð, ella taka setrini heilt úr um brúk er fyri meira plássi.
Dragihurðarnar í síðunum hava el-drivnar rútar, tó eru trygdarskipanir, sum gera, at vandi ikki er fyri, at høvdið kemur í klemmu millum hurðina og stólpan.
Gott pláss er allar vegir í bilinum, og nógv pláss er til at legga lutir frá sær á, bæði framman, í síðunum og undir loftinum. Tey sum sita á aftastu rekkju hava møguleika at stilla hitan sjálvstøðugt.
Umframt 2,3 litur bensinmotorin við 142 hk, fæst Mazda MPV nú við einum 2,0 litur turbodiesel motori við common-rail innspræning og 136 hk. Motorurin hóskar væl til bilin, larmar lítið og trekkjur væl. Um ein bilur í hesum klassanum skal gera seg galdandi á marknaðinum, skal hann helst fáast við einum kvikum og orkusparandi dieselmotori.
Bilurin er væl útgjørdur við t.d. aircondition, fjarstýrdum sentrallási, el-síðurútum, el-síðuspeglum, 16" alu-felgum. Mazda MPV fæst eisini sum vøruvognur.
Mazda MPV 2,0 diesel
Motorurin2,0 litur 4 syl. diesel við 136 hk
v. turbo og common-rail innspræning
0-100 km/t 13,2 sek.
Oljunýtsla14,8 km/l
Dekkstødd215/60-16
Stødd og vekt
Longd475,0 cm
Breidd183,0 cm
Hædd178,0 cm
Eginvekt1550 kg
Viðførisrúm294 litrar v. 7 setrum
866 litrar v. 5 setrum
Prísurkr. 318.700,- ( 7 persóna )
kr. 226.700,- ( vørubilur )
SøluumboðBerg Motors
Staravegur 1-3
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535