Mazda fyrstu ferð í Aserbajdsjan

Mazda bilar verða nú fyri fyrstu ferð seldir í Aserbajdsjan. Mazda Motor hava gjørt eina avtalu við fyritøkuna Rotary Motors um standa fyri søluni av Mazda bilum í Aserbajdsjan, sum alment byrjaði tann 1. mai 2009.

So løgið tað ljóðar, er hetta fyrstu ferð at Mazda bilar verða seldir í hesum miðasiatiska landinum.

Nógv varð gjørt burturúr at fyrstu Mazda bilarnir komu til landið, t.d. varð ein spildurnýggjur umsitingar- og sølubygningur tikin í brúk í høvuðsstaðum Baku.

Tað er Mazda Motor Europe, sum umsitur søluna av bilunum til Aserbajdsjan.

Vit vóru sera væl móttiknir í Aserbajdsjan og vænta okkum nógv av søluni av Mazda har, sigur Jeff Guyton, stjóri í Mazda Motor Europe.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum