Tann nýggi Mazda CX-9, ið er flaggskipið hjá Mazda, er ein luksus 7-persóna SUV, sum vit tíverri ikki koma at síggja nógv til í okkara heimsparti, tí bilurin verður ikki seldur í Evropa.
CX-9 er fyrst og fremst gjørdur til amerikanska marknaðin, har Mazda roknar við at selja 80 prosent av framleiðsluni.
Á amerikanska marknaðinum skal CX-9 kappast við bilar sum Audi Q7 og Volvo XC-90. Bilurin er í somu stødd og eins væl úrgjørdur sum hesir bilar.
Umleið 10 ár eru liðin síðan Mazda CX-9 fyrstu ferð kom á marknaðin. Hann hevur fyrr verið seldur sum ein luksusbilur í Evropa.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/










