Mazda CX-7 kemur í 2006

Konseptbilurin Mazda MX-Crossport, sum fyrstu ferð var sýndur fram á bilaframsýningini í Detroit í januar 2005, verður veruleiki í 2006. Navnið verður CX-7, og bilurin kemur fyrst á amerikanska marknaðin

Mazda CX-7 er ein sonevndur Crossover, t.v.s. at bilurin er ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum við bæði sportsligum og SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum.

Í mun til longdina (463 cm) er CX-7 rættuliga breiður (193 cm), og hæddin er 163 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum og við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu (279,5) kemur hann at liggja væl á vegnum.
Kabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fýra vaksnar persónar og teirra viðføri.

Í tíðindaskrivi frá Mazda eru ongar tekniskar upplýsingar, men væntandi verður talan um ein sportligan undirvogn og kvikar og sportsligar motorar.

Ikki er avgjørt enn nær Mazda CX-7, sum skal framleiðast í Japan, kemur á evropeiska marknaðin.