Fyri russisku kundarnar merkir hesin nýggi bilaflutningurin, at Mazda bilarnir verða frammi 30 dagar fyrr enn vanligt hevur verið við skipi og bilaflutningsvognum, sigur Jørgen Olesen, sum m.a. hevur ábyrgd av kundanøgdsemi hjá Mazda Motor Europe.
Tokvognarnir koyra tann 9.300 km langa teinum frá Zarubino, nærhendis Vladivostok, til Moskva upp á 10 dagar. Hvør tokvognur tekur 30 Mazda bilar.
Transsibiriska jarnbreytin varð upprunaliga bygd frá 1.891 til 1.913 sum eitt net av jernbreytum ið bindur Moskva og tað evropeiska Rusland við lond í fjareyst sum t.d. Mongolia, Kina og Japanska Havið.
mg