Nógv hevur verið gjørt burtur úr dystinum millum Floyd Mayweather og Manny Pacquiao. Stór orð er nýtt í marknaðarføringini og sera stórar peningaupphæddir hava verið upp á spæl. Tað sigst, at boksararnir hava verið tryggjaðir nærum eina milliard krónur hvør, líka mikið um teir vunnu dystin ella ikki. Størsti dystur síðani Mike Tyson beit Evander Holyfield, vildu onkrir viðmerkjarar vera við.
Floyd Mayweather hevði undan dystinum tvey av teimum trimum beltunum, sum boksast verður um, Manny Pacquiao hevði tað triðja. Tískil vildi vinnarin av dystinum eftir dystin bera øll trý beltini, og var hetta við til at gera dystin enn meiri serligan.
Onkur óttaðist eitt veruligt antiklimaks, at dysturin skuldi verða avgjørdur longu í 1. umfari, men so var ikki. Dysturin vardi øll 12 umførini, og ongantíð megnaði annar boksarin at sláa hin í gólvið.
Tá 6. umfør vóru farin, vóru flestu viðmerkjarar samdir um, at dysturin stóð á jøvnum. Skjóti, tekniskt sterki filippinin Manny Pacquiao royndi at dansa rundan um stóra og sterka Floyd Mayweather, men kláraði sjáldan at bróta ígjøgnum verjuna hjá amerikanaranum. Hann visti tó, at hann mátti ansa sær, ikki at koma ov nær, tí sløgini hjá Floyd Mayweather kunnu vera øgilig.
Í fjórða umfari fekk Manny Pacquiao tó eitt ordilig slag við vinstra armi inn á kroppin á Mayweather, sum fór stetlandi eftir hæli. Filippinarin leyp harðliga á, men Floyd Mayweather megnaði at fáa verju sína upp á pláss aftur, áðrenn hann av álvara kom til skaða.
Men sum dysturin leið, vísti Floyd Mayweather, júst hví hann verður mettur at vera heimsins besti boksari, í øllum flokkum. Ein góður taktiskur sigur, siga viðmerkjararnir. Spakuliga tók Floyd Mayweather alla ferðina úr dystinum.
Manny Pacquiao royndi tað, hann kundi, at fáa eitt knockout í seinasta umfari, men at enda vann Floyd Mayweather dystin upp á stig, einmælt frá øllum dómarunum. Sigurin var 118-110, 116-112, 116-112, og var eftir øllum at døma fult uppiborin.
- Eg helt, eg hevði vunnið dystin, tí hann gjørdi einki, segði Manny Pacquiao eftir dystin, men dómararnir vóru tó ikki samdir við honum.
Eftir dystin boðaði Floyd Mayweather frá, at hann skal aftur í ringin í septembur, og at tað møguliga verður fyri seinastu ferð.
- Eg eri næstan 40 ára gamal. Jeg havi verið yrkisboksari í 19 ár, og heimsmeistari í 18 teirra. Tað eri eg sera takksamur fyri, segði Floyd Mayweather aftan á dystin.
Ein teirra, sum ikki lat seg bergtaka av dystinum í gjár, var Mike Tyson.
- Vit hava bíðað eftir hesum í fimm ár. Ikki bergtikin, skrivaði hann á Twitter aftan á dystin.