Amerikanski verjuleikarin, Mayowa Alli verður ikki partur av hópinum hjá KÍ komandi kappingarár í effodeildini.
Bold.dk skrivar, at Mayowa Alli skal spæla við Thisted FC í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, sum skal spæla um uppflyting til næstbestu fótbóltsdeildina komandi kappingarár.
Fjeppararnir hjá Thisted FC hava savnað pening inn fyri, at felagið skuldi hava ráð til at hava Mayowa Alli í hópinum komandi vár.
Nú er bert eftir hjá Thisted FC at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til 24 ára gamla Mayowa Alli, sum var KÍ góður farna kappingarár.









