Mayfinn nýggjur formaður

Tíðindaskriv

Arkitektafelagið hevur skipað nevndina av nýggjum




Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund 1. oktober í Pæsastovu í Havn. 19 av teimum 36 limunum í felagnum vóru møttir á fundi.
Í formansfrágreiðing síni boðaði Rúni Abrahamsen frá, at hann ikki stillaði uppaftur, eftir at hann hevur verið formaður í 5 ár.
Í staðin fyri varð Mayfinn Norðoy einmælt valdur sum nýggjur formaður.
Á fundunum varð eisini Selmar Nielsen valdur í nevndina fyri 2 ár í staðin fyri Magnus Magnussen, sum ikki stillaði uppaftur. Albert Isfeld heldur fram í nevndina 1 ár afturat.
Í sáttmálabólkinum halda Ole Jensen og Unnie Justinussen áfram.
Arkitektafelagið hevur eisini ein bólk, Kveiki, ið skipar fyri tiltøkum. Í honum sita nú Eyðun Eliasen, Høgni T. Hansen og Bárður í Baianstovu.
Harumframt hevur arki-tektafelagið umboð í LISA (Listafólkasamband Føroya), í Ráðgevandi Ráðnum fyri Norðurlandahúsið og í umboðsráðnum fyri Listastevnu Føroya.
Nevndin skipaði seg á fundi 20. oktober við Selmar Nielsen sum skriv-ara og við Albert Isfeld sum kassameistara og næstfor-manni. Tórálvur Weihe, sum hevur virkað sum aðalskrivari hjá felagnum hesi seinastu árini heldur áfram í hesum starvi.