Mayfinn er framvegis formaður

tíðindaskriv

Formaðurin í Arkitektafelagnum varð afturvaldur, tá felagið hevði aðalfund seinast í september mánaði
Á aðalfundinum varð eisini Heidi Poulsen vald í nevndina fyri 2 ár í staðin fyri Albert Isfeld, sum ikki stillaði upp aftur aftaná mong ár í nevndini. Selmar Nielsen varð valdur á aðalfundinum í 2004 fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.
Á nevndarfundi 18. oktober skipaði nevndin seg við Myafinn Norðoy sum formanni, Heidi Poulsen sum skrivara og Selmar Nielsen sum kassameistara.