May vil ikki víkja frá tíðarætlanini

Theresa May ætlar sær ikki at víkja frá tíðarætlanini, ið er løgd fyri bretsku úrtøkuni úr ES. Eftir ætlan skal Bretland alment melda seg úr í seinasta lagi mars 2017 og síðani ganga tvey ár, har treytirnar fyri úrtøkuni skulu finnast. Eftir tað er Bretland at enda fari úr evropiska samstarvinum.

 

Bretska stjórnin arbeiðir við loyvi frá fólkinum, eftir ein fólkaatkvøða vísti, at 52% av fólkinum í Bretlandi ynskir at fara úr ES.

 

Nú hevur ein rættarúrskurður tó staðfest, at stjórnin kann ikki arbeiða víðari við málinum, uttan at fáa loyvið frá bretska tinginum í Westminster. Grundgevingin hjá rættarskipanini er, at treytirnar hjá bretska fólkinum broytist grundleggjandi við at fara úr ES. Tískil má stjórnin fáa heimild frá parliamentinum at melda Bretland úr.

 

Í gjár mettu fleiri, at hetta fór at hava við sær, at Theresa May fór at útskriva nýval, men tað er nógv, sum bendir á, at tingfólk fóru heldur at royna ávirka stjórnina, í staðin fyri at forða fyri einum Brexit. Tingfólk vilja ikki seta seg upp ímóti eini fólkaatkvøðu.

 

Tað kann hava við sær, at stjórnin má mýkja síni krøv í skjalinum, ið skal nýtast fyri at melda seg úr ES. Tó vil Theresa May ikki víkja frá tíðarætlanini og tað hevur hon ætlanir um at leggja fram fyri Jean-Claude Juncker, forseta í ES kommissiónini.