May tekur leiðsluna av Brexit

Framyvir verður tað bretski forsætismálaráðharrin Theresa May, ið fer at standa á odda fyri samráðingunum við Evropeiska samveldið um útlimanina av Ongland úr samveldinum. Tað boðar bretska stjórnin frá í dag.


Higartil hevur tað annars verið ráðharrin á odda fyri Brexitmálaráðið, ið hevur havt leiðsluna av at fremja viljan hjá bretska fólkinum, men eftir at David Davis legði frá sær sum ráðharri fyri tveimum vikum síðan sum mótmæli móti tí, ið hann metti var ein ov bleyt úrliman úr ES, hevur forsætismálaráðharrin avgjørt at sjálv taka við leiðsluna. Dominic Raab, ið er útnevndur sum nýggjur ráðharri í Brexitmálum, verður varamaður fyri forsætisráðharran í samráðingunum.


Politico.eu skrivar, at avgerðin hjá Theresu May verður mett at vera eitt greitt tekin um, at hon ætlar at hava fult tamarhald á víðari gongdini, aftaná at fleiri av hennara floksfeløgum hava ákært hana fyri einans at standa fyri einari lunkaði útliman av ES.