Ein stórur meiriluti av enska parlamentinum atkvøddi í kvøld ímóti Brexit-avtaluni hjá Theresu May, forsætisráðharra.
Nú er støðan tann, at teir fólkavaldu mugu taka støðu til, um Stórabretland skal fara úr ES uttan nakra avtalu yvirhøvur.
Úrslitið kom dátt við hjá Theresu May, sum við veikari rødd segði, at hon framvegis heldur, at hon skal megna at fáa eina avtalu í lag við ES, men at hon virðir atkvøðugreiðsluna.
Um 17 dagar, klokkan 11 bretska tíð hin 29. mars, skal Brexit koma í gildi, sambært fólkaatkvøðuni í 2017.
Jeremy Corbyn, andstøðuleiðarin, var í góðum hýri.
- Avtalan hjá May er deyð. Nú mugu vit eisini fáa “onga avtalu”-loysnina av borðinum einaferð með alla, segði hann.
Í morgin verður aftur ein atkvøðugreiðsla. Tá skal parlamentið atkvøða um, hvørt Stórabretland skal fara úr ES, hóast eingin avtala er fingin í lag. Hósdagin verður møguliga ein atkvøðugreiðsla afturat, tá um at útseta Brexit eina tíð.