Labour og tey Konservativu vilja samstarva tættari saman fyri at finna eina brexitavtalu.
Formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, sigur, at hann hevur havt ein tveir tímar langa brexitfund við konservativu forsætisráðfrúuna, Theresu may, sum gekk »virkuliga væl«, sum hann málber seg.
Hann sigur við blaðið Daily Mirror, at hann væntar nýggjan fund skjótt.
Ein talsmaður fyri Downing Street sigur, at fundurin var »konstruktivur«, og at báðar síður vístu smidleika og vilja at enda brexitkreppuna.
–Nevndir frá Labour og Konservativu skulu nú saman kanna møguleikarnar fyri at koma víðari, verður sagt – og lagt verður afturat:
– Vit eru samd um eina skrá, sum skal tryggja, at vit levera bretska fólkinum tað, vit hava lovað, verja størv og skapa tryggleika.
Á fundinum, sum var á skrivstovuni hjá forsætisráðfruuni í tinginum, var brexitráðharrin, Steve Barclay, og fleiri høgir ráðgevarar frá Downing Street við lið forsætisráðfrúunnar.
Corbyn hevði brexitframsøgufólkið, Keir Starmer, og tríggjar skuggaráðharrar við sær.
May og Corbyn hava í drúgvu brexitsamráðingunum ikki víst serligan vilja til at lurta eftir hvørøðrum, og tí kom úrslitið av fundinum óvart á.
Stutt eftir fundin millum May og Corbyn vrakaði bretska tjóðartingið eitt uppskot um at halda nýggjar vegleiðandi atkvøðugreiðslur mánadagin í næstu viku.
Úrslitið var 310 fyri og 310 ímóti.
Tingformaðurin, sum hevði avgerandi atkvøðuna, atkvøddi ímóti.
Men við eina aðra atkvøðugreiðslu var ein meiriluti fyri einum uppskoti um, at eitt »no deal« brexit skal forðast við lóg. Hetta uppskoti hevði stuðul frá 312 limum.
Bæði May og Corbyn høvdu í dag eisini fundir ivð eitt nú leiðarin í skotska tjóðskaparflokkinum, fyrstaráðfrúnna, Nicola Sturgeon.
Leiðandi limir í skotska flokkinum siga, at eitt brexit uttan uttan avtalu má útilokast. Leiðslan í skotska flokkinum sigur samstundis, at fólkaatkvøða má haldast um brexit.
/ritzau/Reuters
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }