Maxwell søkti sínar gomlu liðfelagar

Við fyrsta sigrinum síðani 1. juni lyfti Skála seg í kvøld fram á sjeynda plássið

Fyrsti dystur í 22. umfari í bestu fótbóltsdeildini var á Skála í kvøld. Hóast tað var vindur og regn og vøllurin var rættiliga vátur, so var talan um ikki so galið fótbóltsavrik.

 

Skála vann 4-1 ímóti 07 Vestur, sum tvær tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum uttan úrtøku. Samlaða málmunurin eftir 6-0 tap við Margáir og í kvøld er 1-10.

 

Hóast løku úrtøkuna seinastu ferðirnar, so bendir lítið og einki á, at 07 Vestur fer at koma sær í niðurflytingarvanda. 07 Vestur hevur 27 stig, og tað eru 13 stig aftur til B68, sum er á niðurflytingarplássi. B68 fer í morgin at spæla á heimavølli ímóti Víkingi.

 

Í summar flutti Maxwell Effiom úr 07 Vestur og á Skála. Í Vágum stóð álopsspælarin í skugganum av Emil G. Pedersen, sum er 07 Vestur toppskjútti við níggju málum.

 

Maxwell Effiom skoraði einki mál í níggju dystum í 07 Vestur. Síðani hann flutti á Skála hevur hann av álvara funnið máltevið. Í kvøld var hann fyri fimtu ferð á skálaliðnum. Hann skoraði tvey mál, og nú hevur hann í fimm dystum skorað fimm mál.

 

Hini trý skoraði hann, tá ið heimadysturin ímóti ÍF endaði 3-3. Tað úrslitið kendist sum stórt vónbrot, tí Skála var frammanfyri bæði 2-0 og 3-1.

 

Møguleikin fyri, at royndin at vinna fulla úrtøku í kvøld fór at kiksa, lúrdi í heimaleguni, hóast Skála eina løtu í seinna hálvleiki var frammanfyri 3-0. Filip Brattbakk umsetti í 63. minutti brotsspark til mál og so var 3-1. Tá hevði 07 Vestur í eina løtu fatur í rætta endanum, og eftir innlegg úr høgru brast bólturin í handara stólpan, áðrenn heimaverjan blokeraði og beindi bóltin burtur.

 

07 Vestur hevði í seinna hálvleiki fitta lotið undan, og sum tíðin leið varð álopsbogin spentur í botn. Tað bar møguleika hjá Skála fyri skjótum mótálopum, og tað var eftir sovorðið álop, at Maxwell Effiom rann seg leysan og sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann smekkaði bóltin upp í nettakið. So var 4-1 og kæti í heimaleguni um fyrsta heimasigurin í hálvan fjórða mánað. Hann varð vunnin 1. juni, tá ið ÍF fór av Skála við 3-2 tapi.

 

Skála hevði lotið undan í fyrra hálvleiki, og tá tiltuskaði heimaliðið sær 2-0 leiðslu. Eftir álop í høgru og flatt innlegg var tað Maxwell Effiom, sum úr stuttari fjarstøðu skoraði til 1-0. Gestirnir vóru hvørki í hesari ella fleiri øðrum støðum nærlagdir í verjuspælinum. Tá var eitt korter farið, og fimm minuttir seinni varð 2-0. Miðvallarin Karl Martin Johansen umsetti brotsspark til mál.

 

At tað sjey minuttir eftir steðgin og ímóti vindinum eydnaðist at økja um leiðsluna til 3-0 var sera kærkomið. Málskjútti av brotsteigarmarkinum og umvegis tvørtræið var Ragnar Skála. Hetta var triðja málið hjá Ragnari, síðani hann í vetur flutti úr AB og til Skála.

 

Í vónbrotinum hjá 07 Vestur var tað hugaligt hjá vágamonnum, at miðverjin Dann Fróðason í kvøld varð skiftur inn fram ímóti dystarenda. Hann hevur ikki verið á besta liðnum síðani 30. november 2021. Síðani hevur hann verið skaddur. Higartil í ár hevur hann spælt á 07 Vestur liðnum í 2. deild, men í kvøld varð hann eitt korter undan leikloki skiftur inn á besta liðið. Hetta var 57. dysturin hjá 24 ára gamla miðverjanum í bestu deildini og tann fyrsti í næstan trý ár.  

 

 

 

Skála – 07 Vestur 4-1 (2-0)

 

1-0: Maxwell Effiom 16.

 

2-0: Karl Martin Johansen br 21.

 

3-0: Ragnar Skála 52.

 

3-1: Filip Brattbakk br 63.

 

4-1: Maxwell Effiom 92.

 

Dómari: Árni Brandsson Petersen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Nicolai Dohn  – Ragnar Skála, Karl Martin Johansen, Marjus Nón – Maxwell Effiom

 

07 Vestur: Sebastian John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Hans Erik Gunnarsson, Jóannis á Steig – Jón í Horni Nielsen, Amer Ordagic, Mikkel Elbæk Jakobsen – Filip Brattbakk,  Emil G. Pedersen, Julian Mouritsen