Tað er í kvøld at vælumtókti dansitónleikurin frá 1988-1992 verður at hoyra í hølinum hjá Deep í Havnar Klubba .
Orkestrið Maxim við Róin Siggertsson, Paula Magnusset, Ólavur Øster, Hans Petur í Brekkunum og Brandur Jacobsen fer ar spæla tónleikin sum var spældur á dansustøðum kring, í tíðarskeiðinum 1988 til 1992. Eisini verður Dallas diskotek. Tað verður 25 ára aldursmark, og er opið frá kl.22 til 04.00
Atgongumerkir kunna keypast við dyrnar.
Maxim letur uppaftur ið hvussu er eitt kv
Tað gamla húsaorkestrið, Maxim, brúkti eitt keyboard við rútmubox tá tíðliga í 1990'unum. Krøvini eru tíbetur nógv herd síðan tá, og tað nýggja orkestrið letur seg í tíðarmaskinuna og surrar aftur í tíðina við dygd sum viðføri og er longu búgvið til tað stóra Maxim-kvøldið, sum er í deep, hølunum hjá Havnar Klubba.










