Maverick LIVE

Maverick roynir seg við ?live? tónleiki hvørt vikuskifti. Aftur hetta vikuskiftið skipar cowboy-barrin í Klaksvík Maverick fyri livandi tónleiki.

 

Fríggjakvøldið verður livandi tónleikur av Mannbjørn Danielsen og Dánjal Kjærbo. Báðir tveir eru sera væl umtóktir í Klaksvík, so spennandi verður, at hoyra Mannbjørn enn eina ferð syngja Bon Jovi sangir av lív og sál.

 

Leygarkvøldið vera teir gomlu rutineraðu sangararnir úr ávíkavist Suðuroy og Havn, sum spæla & syngja. Talan er um suðuroyingin Jógvan Nolsøe og havnamannin Áki Hermansen (sí mynd). Teir kalla seg Bar Flue Duo og hava áður spælt í Maverick tvær ferðir. Eisini hava teir ein spennandi gestasangara við, sum Maverick ikki vil avdúka enn. Sunnudagin spæla teir aftur fyri fólki, sum ikki vilja hava timburmenn, men sum heldur vilja njóta eina øl saman við góðum tónleiki.